Samband
Send okkum eini boð og vit svara tær sum skjótast
Tormansvegur 36, FO-240 Skopun
TLF. 331100
FAX. 331101
EMAIL. fgv@fgv.fo
Toymið
Høgni Tausen
+298 221604
fgv@fgv.fo
Pætur Tausen
+298 262969
fgv@fgv.fo
Oddur Tausen
+298 510273
fgv@fgv.fo
Eitt sindur um okkum…
í Desember í 2013 keyptu brøðurnir Heini og Høgni Tausen, Grótvirkið í Skopun. Báðir hava arbeitt á virkinum áður. Nú hava teir avgjørt at virkið verður kallað “Føroya Grótvirki”.
Tað eru serliga 3 ymiskar framleiðslur í dentur verður lagdur á, gravsteinar, borðplátur og flísar av ymisku slag. Fyrst og fremst er tað tann føroyski marknaðurin sum skal verða tann berandi. Hetta siga teir skal gerast við framleiða og lata vøru ið er av eini dygd sum ikki kann samanberast. Samstundis skal kundin verða í focus og tænastustøðið skal verða á einum høgum støði.
Grótbrotið og rávøran…
Tvørtur ígjøgnum Føroyar gongur ein basaltlind sum hevur ein serligan eginleika. Tað føroyska basalti hevur júst tann rætta “konsistensin” til at hápolera og annars virka t.d. gravsteinar, húsaklædningar, flísar og borðplátur úr. Basalt hevur tann eginleika framum t.d. granit at tað er eitt sindur bleytari og harvið ikki brotnar eins og granit.
Henda serstaka basaltlind gongur tvørtur ígjøgnum Føroyar, hon er at finna á Boðanesi í Havn, á Kirkjubøreyni og aftur í Skopun. Hetta er eisini orsøkin til at virkið er í Skopun.
Umleið ein kilometur frá virkinum, í Høvdarhaga, liggur grótbrotið sum Føroya Grótvirki fær sína rávøru. Avtala er við Búnaðarstovuna um langtíðarleigu av Grótbrotinum og útvinnan av basaltinum.
Grótbrotið og rávøran…
Av størri arbeiðinum ið eru gjørd, ella har ið Førota Grótvirki hevur veitt tilfar til, er Havnar kirkja. Havnar kirkja var høvðusumvæld í 2015. T.d. eru nýggjir flísar lagdir rundan um kirkjuna.
Hesir flísar eru úr føroyskum basalti. Flísarnir eru 20 mm. tjúkkir og 300 mm. breiðir. Longdin er ymisk. Tríggjir fjóringar av flísunum hava eina sandblásta yvirflatu, seinasti fjóringurin hevur eina brenda yvirflatu.. Her kunnu síggjast ymiskar myndir ið vísa hvussu arbeiðið sær út tá ið tað er liðugt.
Maskinurnar…
Fleiri, rættuliga stórar maskinur skulu til fyri at viðgera basalti, frá tí at tað kemur frá grótbrotinum í upp til 25 tons tungum klettum, til tað stendur stum hápoleraðir gravsteinar, hápoleraðar borðplátur ella flísar við ymiskum yvirflatum og sniðum.
Tað eru tvær maskinum ið skera teir stóru óviðgjørdu klettarnar tá ið teir koma oman á Føroya Grótvirki.
Onnur av stóru maskinunum til at skera teir óviðgjørdu er Rammusagin. Hon verður vanliga brúkt til at skera basalti niður til flísar. Hon verður drivin við einum stórum svinghjóli/armi og sker við 14 bløðum samstundis. Vanliga verður skorið við eini ferð sum er uml. 10 cm. um tíman.
Maskinan varð keypt nýggj til Føroya í 1981, tað var Føroya Mekaniski Grótídnaður ið keypti hana. Allir flísarnir sum eru brúktir til at klæða og sum gólv og tún á Brunatryggingarbygninginum eru skornir við hesu maskinu. Almannaverkið heldur til í hesum bygningi nú.
Hin stóra maskinan til at skera óviðgjørdu klettarnar er Wiresagin. Henda maskina er naka størri enn rammusakin og kann tí skera væl størri steinar.
Í mun til rammusagina sum sker við bløðum so sker henda sag við einum wire.
Vanliga verður henda maskina brúkt til at skera plátur niður gravsteinar og borðplátur.