Gravsteinur nr. 1066

Quote request (final) (#1)

Send fyrispurning


Persónsupplýsningar


Viðmerkingar

Vørulýsing

Á Føroya Grótvirki gera vit gravsteinar úr føroyskum basalti. Í Høvdarhaga í Skopun hava vit á Føroya Grótvirki egið grótbrot. Har fáa vit tað ráa basaltgrótið, ið vit skera, polera og tilevna til tey ymisku sniðini av gravsteinum.

Stórur partur av okkara gravsteinum hevur hápoleraða framsíðu, ið tekstur og annað verður sandblást í. Men eisini kunnu hesir gravsteinar hava slípaða ella skorna framsíðu. Kantarnir á gravsteininum verða høgdir til, soleiðis at gravsteinurin fær ynskta sniðið.

Ofta hava gravsteinarnir eitt blómubeð frammanfyri at seta blómur í. Tá verður ein garður, høgdur á báðum síðum, tilevnaður at seta frammanfyri. Ella ein pláta verður løgd frammanfyri, sum kann hava hol í av einhvørjum sniði, soleiðis at til ber at seta blómur í.

Eisini arbeiða vit við hagagróti, ella natúrsteinum. Her ber til, sum við teimum tilevnaðu gravsteinunum, at sandblása tekst í, eins og til ber at seta bronsutekst á.

Her á síðuni eru myndir av nøkrum av teimum gravsteinum, ið vit hava gjørt. Ofta, tá ið fólk skulu velja gravstein, verður snið valt eftir einum av teimum, ið er her á síðuni. Men vit viðmæla eisini fólki at fara í kirkjugarðar fyri at fáa íblástur til snið og annað.

Tá ið vit fáa snið, tekst og annað viðvíkjandi gravsteininum, kunnu vit geva útgreinað og óbindandi tilboð upp á gravsteinin.

Skal gravsteinurin vera føroyskur, gjørdur úr føroyskum basalti, er Føroya Grótvirki rætta valið. 

Vit spreingja sjálvir teir ráu basaltklettarnar úr okkara grótbroti í Høvdarhaga í Skopun. Vit skera grótið, vit polera ella slípa grótið, eins og vit høgga og tilevna grótið til júst tann gravsteinin, ið biðið verður um. Vit seta tekst á gravsteinin, og vit tilevna blómubeðið, ið verður sett framman fyri gravsteinin. Og eisini seta vit gravsteinin upp í kirkjugarðinum.